2021-04-08 15:45

Í morgun fekk MRCC støðin eina fráboðan um, at eldur var komin í alibátin Krosstein, sum var á veg úr Hovi suður til Vágs.
Ein annar alibátur, Stórafles, var á leiðini og fór til hjálpar. Fyrst var roynt at sleipa, men seinni bleiv endin sleptur og mennirnir tiknir av Krossteini, upplýsir Vørn.
Krossteinur tók tá sjógv inn og hevði fingið slagsíðu. Brimil og Skarvanes fóru á leiðina, men tá var Krossteinur sokkin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald