2018-06-22 13:42

Í gjár hendi ein syrgilig arbeiðsvanlukka á Varðanum Pelagic á Tvøroyri, sum kostaði eitt mannalív.
Maðurin ið lat lív var Alex Bærendsen, sum er kendur í tónleikaheiminum í Føroyum. Arbeiðsvanlukkan hendi tá ið ein arbeiðslyft koyrdi á Alex, sum síðani lat lív av løstinum.
Tey 200 arbeiðsfólkini ið byggja Varðan Pelagic uppaftur hava frí frá arbeiði í dag, tað verður gjørt fyri virðing av Alex og teimum ið eftir sita.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald