2020-10-23 18:15
Albert ??lav Ellefsen, eri 61 ára gamal miðvingur. Giftur við Annu og eigi trý vaksin børn. Eg havi starvast innan fiskivinnuna í 30 ár, sum trukkførari, bókhaldari, fíggjarleiðari og virkisleiðari. Havi verið í býráðnum síðani 2009. Valdi at stilla uppaftur, tí áhugin og kærleikin fyri okkara kommunu er stórur. Fleiri mál, sum hava mín áhuga, eru enn ikki loyst.
Eg eri ágrýtin, áhaldandi, og havi stóra virðing fyri teimum eg samstarvi við.
Míni hjartamál:
Er trivnaður hjá ungum og gomlum. Børn og ung skulu fáa eina góða byrjan uppá lívið. Børn skulu fáa møguleikar á mennast á jøvnum føti. Ungdómur skal fáa karmar, har tey sjálvi eru við at skapa innihaldið. Tey eldru skulu fáa eitt gott og virðiligt eldra lív ??? soleiðis at tey kunnu vera virkin sum longst
Nýggi skúlin á Giljanesi hevur fylgt mær alt mítt politiska lív, og vil eg vera við til endans. 2.byggistig, sum eru fakstovur, eru neyðugar í menningini hjá skúlabørnum.
Eg vil skapa teir bestu karmarnar til ítróttina, og vil vera virkandi til at øll fáa møguleika at íðka ítrótt.
X við Borgaralistan
X við Albert Ellefsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald