Vinna

Akraberg landar í Fuglafirði

...

2020-01-30 17:57 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Frystitrolarin Akraberg kom á Fuglafjørð í gjár, teir hava 900 tons av frystum fiski og 300 tons av slógvi, sum teir hava fiskað í Barentshavinum.

Teir byrjaðu at landa Akraberg í morgun, tá ið liðugt er at landa, fara teir at taka útgerð til nýggjan túr, og so gongur leiðin aftur í Barentshavið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder