2019-08-25 14:22

Akraberg loysti av Fuglafirði í gjárkvøldi, teir settu kós norðuryvir, ætlandi fara teir í russiskan sjógv at fiska.
Akraberg kom heim úr Barentshavinum 18. august, teir høvdu 780 tons av frystum, sum teir landaðu til Bergfrost, eisinni høvdu teir 300 tons í slógvi.
Skipari hendan túrin er Erland Olsen, tað eru 24 mans við Akraberg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald