Samferðslumálaráðið hevur í dag heitt á ákæruvaldið um at kanna, um grundarlag er fyri at reisa ákæru og endurgjaldskrav móti ábyrgdarpersónum á Landsverki í sambandi við byggiverkætlanirnar Glasir og H-bygningin hjá Landssjúkrahúsinum.
Eftir at tað er komið undan kavi í sambandi við H-bygningin hjá Landssjúkrahúsinum, at bundin peningur er brúktur til onnur endamál, enn hann varð játtaður til, heitti Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, á Jógvan Páll Lassen, advokat, um at hyggja nærri at umstøðunum í sambandi við Glasir og H-bygningin. Niðurstøðan hjá advokatinum er greið. Hann mælir landsstýrismanninum í samferðslumálum til at heita á ákæruvaldið um at kanna, bæði viðvíkjandi Glasi og H-bygninginum, um grundarlag er fyri at reisa ákæru, og samstundis at kanna, um møguleiki er fyri at reisa endurgjaldskrav móti viðkomandi persónum á Landsverki.
Landsstýrismaðurin í samferðslumálum hevur gjørt av at fylgja niðurstøðuni hjá advokatinum.
???Leikluturin hjá Landsverki í hesum báðum byggiverkætlanunum hevur higartil í besta føri verið ivasamur. Tað er álvarsamt, at bundin peningur er brúktur til onnur endamál, enn hann varð játtaður til. Eg haldi ikki, at vit politikkarar skulu sita hendur í favn og góðtaka, at slíkt fer fram. Vit kunnu ikki áhaldandi lata alt um okkum ganga, tí tá ið tað avtornar verður tað føroyski skattgjaldarin, sum tíverri verður noyddur at rinda meirkostnaðin í sambandi við báðar verkætlanirnar, sigur Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum.
Nú ákæruvaldið hevur fingið málið, hevur Heðin Mortensen, landsstýrismaðurin í samferðslumálum, ikki fleiri viðmerkingar til málið.
Brævið til ákæruvaldið kann lesasther
Uppritið hjá advokatinum kann lesasther
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald