2016-01-27 03:51
Vága Pensjónistafelag skipaði í kvøld fyri hugnaløtu í Skúlanum á Giljanesi, har Heini F. Petersen og Theodor Hansen høvdu ein fyrilestur undir heitinum
V.U. Hammershaimb, móðurmálsins slóðari
Fyrilesturin var um V. U. Hammershaimb, har greitt var frá hansara lívi frá tí hann var føddur á Steig á Mariumessu á vári í 1819 til hann endaði sínar dagar - 90 ára gamal í 1909. - sera góður fyrilestur, har teir eisini vístu myndir bæði úr Føroyum og úr Lyderslev, har Hammershaimb virkaði sum prestur og har hann liggur grivin.
Eisini var sangur, sum Finnur Joen Jacobsen og Tummas Heri Thomassen skipaðu fyri.
Aftaná var drekkamunnur við køkum og eisini burturluting.
Eitt gott hugnakvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald