Undan valinum hevur verið sera nógv tosað um heilsuverkið. Hettaer gott, tí tað eru fleiri øki innan heilsuverkið, sum treingja til eitt lyft.
Vit vita, at vit brúka ikki eins nógvar pengar uppá okkara heilsuverk,sum okkara grannar. Herfyri kom búskaparráðið eisini við einifrágreiðing, ið legði dent á, at vit verða fleiri og fleiri eldri, og hettakemur einans at økja peningaliga tørvin hjá heilsuverkinum.
Tí hava vit skyldu til, umframt at brúka fleiri pengar, at brúka teirpengarnir vit fáa við skynsemi.
Í tí sambandið eru tað fýra øki, vit í Hjálparlæknaráð Føroya ynskjaat seta sjóneykuna á:
1. Differentierað viðgerðartrygd
Vit síggja positivt uppá, at tað verður tosað um viðgerðartrygd. Vitsíggja í fleiri førum, at sjúklingar hava bíðitíð, sum er alt ov long. Tómugu vit ávara um, at um viðgerðartrygd skal innførast, skal hettagerast rætt.
Vit kunnu lýta til Danmarkar, har hetta hevur verið roynt, við ymiskumúrslitum.
Í Danmark hava tey í fleiri ár havt ???krabbameinspakkar???, harsjúklingar við illgruna um krabbamein, verða koyrdir ígjøgnum einavæl fyriskipaða tilgongd, sum førir til skjóta diagnosticering av einummøguligum krabbameini. Hetta er ógvuliga gott, og hetta halda viteisini, at vit burdu ásett í Føroyum.
Tey hava eisini roynt viðgerðartrygd í Danmark, har øll hava rætt tilat fáa eina diagnosu innan 30 dagar. Hetta halda vit als ikki hevurverið eins væl eydnað. Tað at øll hava rætt til at fáa eina diagnosuinnan 30 dagar, førir til at nógv vera koyrd út á privathospital fyri atnøkta tørvin. Eisini vera ávísir bólkar skundaðir ígjøgnum taðalmenna systemið, sum í veruleikanum gott kundu bíða eitt sindurlongur. Hetta førir til at onnur, eitt nú sjúklingar, ið longu hava einadiagnosu mugu bíða longur. (dagensmedicin.dk...forkert-prioritering)Hjálparlæknaráð Føroya
Vit eru ikki fleiri í heilsuverkinum, enn vit nú einaferð eru, so ummann setir sum treyt at ein bólkur skal sleppa skjótari frammat,merkir tað at onnur mugu bíða longur, ella at vit senda sjúklingaruttanlands í hópatali fyri at yvirhalda hesar 30 dagarnar. Umpengarnir fara úr landinum eru teir ikki við til at menna okkaraheilsuverk meira.
Tí mæla vit heldur til eina differentieraða viðgerðartrygd. Eitt nú 30,60 og 90 dagar, har tær mest akuttu sjúkurnar skulu hava einabíðitíð undir 30 dagar, og minni akuttar sjúkur eisini skulu sleppaskjótt framat, men tó ikki innan 30 dagar, heldur ávíkavist 60 og 90dagar.
Vit eru ógvuliga glað fyri, at tað verður hugt eftir bíðitíðunum hjásjúklingunum, og ynskja eisini at gera okkara fyri at tað kann gerastbetur í framtíðini. Tó vilja vit ávara, at um tað verður sett í verk, ertað av alstórum týdningi, at tað verður gjørt við umhugsni fyri okkaragóða, men viðbrekna heilsuverki.
2. Størri dent á fyribyrging
Tað er týdningarmikið at leggja nógv meira dent á fyribyrging.
Um vit bara hyggja at krabbamein, vísur gransking, at ímillum 30%-50% av krabbameini kann fyribyrgjast(who.int/cancer/prevention/en/). Her eru tað nógv ymisk øki, ið viteiga at leggja dent á, eitt nú matvanar og rørslu, men royking er eittsjálvsagt øki at byrja við.
Ímillum 57%-91% av lungnakrabbatilburðum standast av royking.Umframt hetta er royking eisini orsøk til eitt nú munnkrabba,bløðrukrabba, búkkrabba og lívmóðurhálskrabba(lms.fo/...krabbameinsætlan).
Afturat hesum er royking eisini orsøk til hjartasjúkur og lungnasjúkur,sum eisini er ein ógvuliga stór byrða fyri sjúkling og heilsuverk.
Um vit skulu hava framtíðina í huga, og gagnnýta pengarnar íheilsuverkinum sum best, er neyðugt, at vit leggja nógv meira dent áfyribyrging.
Vit føroyingar eru ímillum tey í norðanlondum sum roykja mest, soher er sera nógv at vinna! (folkaheilsa.fo/folkaheilsukanning+2015) Hjálparlæknaráð Føroya
Tiltøk, sum vit halda skulu setast í verk eru:
- Tilboð um skeið til roykistopp. Hetta hevur víst seg at veranakað av tí, sum riggar allarbest tá fólk ynskja at steðga við atroykja (sst.dk...hjaelp-til-rygestop). Hetta er roynt í Føroyumáður, men sum er nú, er einki skipað tilboð.
- Hægri prísir. Eitt tað mest týdningarmikla, vit kunnu gera fyriat fyribyrgja at fólk roykja, er at steðga at tey yvirhøvur byrja.At økja prísin riggar serliga á tey ungu, so at tey ikki byrja atroykja. Hetta er víst fleiri ferðir at vera effektivt at minka um,hvussu nógv roykja.(ncbi.nlm.nih.gov/pmc/articles/PMC3228562)
- Strangari eftirlit. Vit eiga at tryggja okkum, at aldursmarkið atkeypa sigarettir verður yvirhildið. Her hava Bónus viðMarknagilsvegin farið eitt stig víðari, og eru steðgaði at seljasigarettir í skúlatíð. Hetta er gleðiligt, og tey eiga stórt rós. Taðhevði verið gleðiligt, um aðrir handlar eisini fylgdu hesumleistinum.
3. Meira skipaða skráseting
Samanborið við Danmark eru vit langt aftanfyri, tá tað kemur tilskráseting av sjúkum og viðgerðum. Hetta ger tað eisini trupult atplanleggja viðgerð og fíggjarætlan frameftir.
Orsøkin at tað ár eftir ár skulu leggjast pengar afturat fíggjarætlaninitil heilsuverkið er ikki, at vit, sum arbeiða í heilsuverkinum, oyðsla viðpengunum. Tað er heldur at vit veruliga ikki vita frammanundan,hvussu nógvar pengar vit hava tørv á tað næsta árið.
Vit eiga at økja um arbeiðsorkuna, sum verður løgd í at skráseta eittnú tey sum fáa viðgerð uttanlands, fólk við kroniskum sjúkum og fólkvið krabbameini. Hetta fyri, at vit kunnu fylgja við, hvussu vælviðgerðin vit geva riggar, og at kunnu leggja ætlanir fyri, hvussunógvar pengar vit skulu seta av til hesi øki framyvir.Hjálparlæknaráð Føroya
4. Meira fokus á rekruttering
Tað eru gjørd góð átøk í seinastuni viðvíkjandi rekruttering. Eitt núkunnu vit nevna at føroyskir læknar nú hava framíhjárætt at fáa teyføroysku KBU plássini. Tó er enn neyðugt at gera fleiri ábøtur. Viteiga at bøta um møguleikarnar hjá læknum at taka introstørv og partav útbúgvingarstørvum í Føroyum. Hesir læknar kunnu m.a. hjálpayvirlæknunum við at minka um bíðilistarnar til tær ymiskukanningarnar og viðgerðirnar, og kunnu arbeiða sum millumvaktir ásjúkrahúsinum. Millumvaktin er ógvuliga týdningarmikil og Íveruleikanum eru tað millumvaktirnar, sum eru límið, sum heldursjúkrahúsið koyrandi í dagligdegnum.
Sum tað er nú, verður forðað fyri at tað verða brúktir meira pengaruppá millumvaktir. Hetta ger, at fleiri læknar, sum ynskja at komaheim at arbeiða, ella læknar sum hava arbeitt í Føroyum, ikki sleppaat arbeiða her, og eru noyddir at fara til Danmarkar. Vit halda tí, attað skal opnast fyri, at tað kunnu setast fleiri millumvaktir.
Hetta er týdningarmikið, tí um vit hyggja longur fram enn einansnæstu fíggjarætlan, er tað av alstórum týdningi at fáa føroyskarserlæknar heim. Hesir ungu læknar, sum kundu arbeitt nøkur fleiri árí Føroyum, høvdu havt betri hug til at komið til Føroyar at arbeitt sumserlæknar.
Hetta hevði, umframt at tað lyfti støðið á sjúkrahúsinum longu í dag,eisini uppá sikt spart okkum sera nógvar pengar, sum vit í dag brúkauppá vikarar.
Vit vóna at tann nýggja samgongan fer at leggja eins stóran dent áheilsuverkið, sum tað varð lagt upp til undir valstríðnum, og vit vónaat tað verður gjørt við skynsemi.
Hjálparlæknaráð Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald