JN

Áheitan: Gestir á Luux eiga at lata seg kanna

...

2021-06-04 17:46 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Landslæknin heitir nú á øll, sum vóru á dansistaðnum og barrini Luux í Havn seinasta vikuskiftið, náttina til sunnudag millum kl. 01.00 til 03.30, um at lata seg kanna. Áheitanin kemur í kjalarvørrinum á, at ein persónur, sum í gjár fekk staðfest koronu, hevur verið á dansistaðnum og barrini.

???Í hesum einstaka føri er tað ómetaliga torført at uppspora smittuna. Vit hava ein greiðan varhuga av, at viðkomandi helst er smittaður í Luux, og tí heita vit á øll um at lata seg kanna sum skjótast," sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder