Politikkur

Aftursvar til Annfinn Brekkstein ??? Flyting millum kommunur og røktarheim

...

2019-02-03 18:06 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Vísandi til grein hjá Annfinn Brekkstein í miðlunum, vil eg loyva mær at varpa ljós á málið, ið kom fram í vikuni.

Talan er um at dagføra lógina, so hon javnsetur fólk við atliti til at flyta bústað, soleiðis at tað ikki er ein spurningur um persóns- ella heilsustøðu, um tú kanst flyta ella ikki.

Okkum kunnugt, so hevur altíð borið til at flutt millum bygdir og býir og harvið fingið tey tilboð, ið hoyra til í teirri einstøku kommununi. Talan hevur eisini verið um eldri fólk, sum t.d. fluttu í Tórshavnar kommunu og seinni hava fingið røktarpláss her hjá okkum. Hetta hevur eisini verið galdandi alt tíggjuáraskeiðið hjá Annfinni Brekkstein í býráðnum.

Tað nýggja við hesum málinum er, at vit við hesari umbøn til Almannaráðið vilja javnseta allar borgarar, soleiðis at hesir, sum eru á ellis- og røktarheimi og ikki sjálvi eru førir fyri at flyta í aðra kommunu,kunnu fáa lógarreglur, ið taka atlit til teirra serstøðu.

Í verandi støðu nøktar Tórshavnar kommuna, tíverri, ikki tørvin á røktarheimsplássum og útlit eru ikki fyri stórvegis broytingum í løtuni. Um eini trý ár koma eftir ætlan eini hundrað nýggj røktar- og umlættingarpláss og tá verða loksins útlit fyri at ganga ynskjunum hjá okkara eldru á møti, sum ynskja flytføri báðar vegir, bæði úr Havnini út á bygd og øvugt. Sum er, er lóggávan ein forðing fyri at hetta ber til.

Tá ið Annfinn Brekkstein gremur seg um, at tað gongur ov seint at fáa til vega fleiri røktarheimspláss, kann eg ikki vera annað enn samd við honum í hesum. Orsøkin er tó lutvíst tann, at vit fyrst máttu byggja fleiri skúlar, sum hann og undanfarna samgonga høvdu raðfest fram um eldraøkið.

TáAnnfinn Brekkstein samanlíknar innrættan av tómum eindum til barnaansingog samanlíknar hetta við innrættan av røktarheimsplássum,er nakað lætt farið um. Dagstovnar og røktarbústaðir eru hvør sítt og myndugleikakrøv, byggireglur, karmar, útgerð og annað, eru nógv meira umfatandi til eldrarøkt enn til barnaansing. Tíverri er hetta ikki bara ein spurningur um vilja, tí er tað nakað vit ynskja av heilum hjarta, so eru tað røktarheimspláss og ferð á byggingina.

Fyribils hava vit roynt og fingið nakað av nýggjum plássum á verandi heimum. Vit hava leigað nøkur pláss eins og vit hava sett gongd á at útvega eini hundrað fleiri pláss í 2022, samstundis sum heimið í Kollafirði tá eisini verður sett á skrá.

Við vón um gott samstarv.

Bergun Kass, býráðslimur fyri Framsókn.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder