JN

Afturkalling av gymnastik-ringum frá Trævarefabrikernes Udsalg

...

2019-01-12 08:06 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Við skeivari nýtslu av gymnastik-ringunum er vandi fyri at verða kvaldur í tognum, sum gymnastik-ringarnirhanga í. Tí hevur framleiðarin, Trævarefabrikernes Udsalg, valt at afturkalla vøruna. 

Seinasta vikuskiftið hevði eitt barn í Danmark eina óhepna uppliving, tá tað spældi við gymnastik-ringarnar.Barnið fekk hálsin gjøgnum togið og datt síðani, so at høkan hekk á ovasta parti av ringinum og togiðstrammaði í aftan fyri oyruni. Barnið var tí í vanda fyri at blíva kvalt. Tíbetur vóu fólk varug við hetta óhappbeinanvegin og barnið er heilt uttan fyri lívsvanda. 

Trævarefabrikernes Udsalg hevur seinastu árini selt umleið 6.000 gymnastik-ringar í Danmark og eini 400 íFøroyum. 

???Trygd hevur høga raðfesting ??? ikki minst tá tað snýr seg um børn. Vit mæla altíð til, at børn eru undireftirliti, tá tey brúka gymnastik-ringarnar???, sigur Henrik Lange, sum er stjóri hjá Trævarefabrikernes Udsalg. 

???Vit meta, at togið, sum ringarnir hanga í, við skeivari nýtslu kann viðføra vanda fyri at vera kvaldur, og tíafturkalla vit gymnastik-ringarnar. ??ll sum hava keypt gymnastik-ringar hjá Trævarefabrikernes Udsalgkunnu sjálvandi lata teir innaftur og fáa peningin aftur. Hetta er eisini galdandi, um ein ikki longur hevurkvittanina fyri keyp av ringunum.??? 

Í Føroyum kunnu gymnastik-ringarnir latast innaftur hjá Nema, Smyrilsvegur 5, Tórshavn. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder