Aftur í morgun streyma neyðarrópini inn til Heimafrið
Tíðindaskriv 6. september 2020
Green Ocean hevur seinastu vikurnar siglt úr einum øki í annað í landinum, og hevur við heilt ógvusligum gangi gjørt lívið hjá fólki óúthaldiligt.
Heilt erligt, nú mugu tit taka tykkum saman. Hetta átti at verið djúpt pínligt fyri tykkum, sum sita við ábyrgdini! Søgan endurtekur seg ferð aftaná ferð aftaná ferð.
Týsdagin gjørdu nólsoyingar vart við, at skipið Green Ocean lá og larmaði ógvusliga illa í Nólsoyafirði og órógvaði fólk í bygdini. Felagið klagaði til røttu myndugleikar, har ímillum Tórshavnar Kommunu og Umhvørvisstovuna.
Okkara umhvørvismyndugleiki er neutralur og fyriheldur seg passivt í hesum máli. Tað er ikki minsti proaktivitetur ella verja av viðbreknu náttúruni ella borgararum her á landi.
Dagin fyri fráboðanina frá nólsoyingum, var formaðurin í vinnunevndini hjá Tórshavnar kommmunu í útvarpstíðindinum kl 18.00, har hann millum annað segði, at kommunur og havnir vóru farnar at samstarva um at boða hvørji aðrari frá, hvørji skip órógva mest. Hann segði, at útfrá teimum erfaringunum kundi mann síðani frávelja skip og skána borgarar fyri ov nógvum gangi.
Men náttina til mikudagin vaknaðu fólk í Ánunum við buldur og brak, tá sama skipið, Green Ocean, legði til bryggju í Norðhavnini. Har hevur skipið ligið í fýra samdøgur og borgarar hava kært sína neyð og fleiri eru rýmd av húsinum.
Borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu var í útvarpinum í gjárskvøldið og harmaðist enn einaferð um støðuna og ljóðaði sum ein skøva pláta, tá hann segði: ???landstýrismaðurin má fáa ásett felags markviðrir fyri alt landið, so at havnirnar kunnu kappast á jøvnum fótum.???Vit standa undrandi og spyrja, um kappingarførið hjá Klaksvíkar kommunu hevur meira at siga enn trygdin hjá borgararunum.
Í nátt loysti Green Ocean frá bryggju í Norðhavnini, men ???Gud hjálpi okkum??? kom tað larmandi inn á Runavík, haðani neyðarrópini hava streymað inn til Heimafrið frá morgunstundini.
Hetta er alt spæl fyri gallarínum, tóm orð og heit luft, sum kemur frá fólkavaldu umboðunum í Tórshavnar, Runavíkar og Klaksvíkar kommunum.
Vit hava brúk fyri ábyrgdarfullum politikarum, sum verja og velja borgaran framum lægsta felagsnevnaran.
Trina Eysturoy
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald