Mentan

Aftur í ár verður bindifestivalur í Fuglafirði

...

2016-02-26 11:11 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

14. ??? 16. apríl seta fleiri hundrað kvinnur sær stevnu á altjóða Bindifestivalinum í Fuglafirði.

Føroyska ullin var á dagskrá við seinasta bindifestival og kveikti hetta áhugan hjá fleiri til ullaarbeiði, umframt at Búnaðargrunnurin hevur tikið táttin uppaftur, at fáa gagnnýtt føroysku ullina betur

Í ár eru tað tey føroysku bindingarmynstrini, sum seta dagsskránna á verkstovunum.

Bindfestivalurin skapar veitslu dám í bygdini - hurðar verða latnar upp á víðan vegg og bjóðaðar verða 70 verkstovur og 30 fyrilestrar við viðkomandi evnum.

Eisini fara Kaffihúsini at hava opið frá tíðliga á morgni til seint á kvøldi, við leskiligum ábiti. Hesi vera øll opin fyri almenninginum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder