JN

Aftur ein tilburður á flogvøllinum

...

2020-09-08 13:04 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Ein nýggjur tilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. ??rslitið byggir á í alt 104.389 kanningar.

Tilburðurin varð staðfestur á flogvøllinum, har øll ferðafólk verða kannað við komu til landið. Talan er um ein persón við bústaði í Føroyum. Viðkomandi er avbyrgdur, og Landslæknin er í gongd við neyðugu smittusporingina.

Tilsamans hava 414 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 409 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 5 persónar smittaðir í løtuni.

Ein persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í samband við coronasmittuna.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder