Munnligur fyrispurningur til landsstýrismannin í bústaðarmálum
1. Hvørji bráfeingis stig ætlar landsstýrismaðurin at taka fyri at koma ovurstóru bústaðartrupulleikunum til lívs?
2. ??tlar samgongan at seta serliga játtan av við eykajáttan í ár fyri at koma sperdum familjum í bústaðarneyð til hjálpar í skundi?
Tað er skelkandi og hugstoytt at hoyra um ræðuligu bústaðarneyðina, sum bæði familjur við børnum og einstaklingar eru í. Í kringvarpinum í farnu viku hoyrdist um eina mammu við fleiri børnum, sum yvir lutfalsliga stutta tíð hevði skift bústað 7 ferðir, og at teirra lív nú kann sigast at vera pakkað niður í kuffert, tí tey vita ikki, um og nær tey næstu ferð skuldu flyta. Í løtuni búgva tey hjá góðhjartaðum fólki, sum hevur hýst teimum fyribils. Fólkavøksturin tykist at vera komin óvart á og tykist samgongan ikki at hava eina loysn til tey mongu, sum eru í bústaðarneyð. Tørvur er á politikki, sum megnar at fylgja við tíðini og skapa loysnir, sum veruliga muna. Landsstýrismaðurin hevur í fleiri umførum víst til almenna felagið Bústaðir, áður Húsalánsgrunnurin, sum eigur at lyfta uppgávuna. Men tað ger felagið ikki og tí er bólturin hjá landsstýrinum.
Bill Justinussen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald