Mánadagin 1. apríl 2019 var aðalorðaskifti í løgtinginum um álitið um vaksnamannaútbúgving og arbeiðsmarknaðardepil.
Heðin Mortensen, landsstýrismaður, segði m.a. hetta undir orðaskiftinum:
Álitið um vaksnamannaútbúgving og arbeiðsmarknaðardepil er gjørt av einum arbeiðsbólki við umboðum úr Almannamálaráðnum, Fíggjarmálaráðnum, Mentamálaráðnum og Samferðslumálaráðnum. Harumframt hava ráðgevar umboðandi partarnar á arbeiðsmarknaðinum verið knýtt at arbeiðsbólkinum.
Innleiðandi
Tilknýtið til arbeiðsmarknaðin hevur avbera stóran týdning fyri allar flestu av landsins vaksnu borgarum. Tað er her, vit brúka stóran part av okkara tíð og orku. Tað er eisini her, at mong føla seg ynskt, tí tey dagliga gera ein mun. Tað gevur eisini eina góða kenslu, tá ið man kann koma við einum íkasti til samfelagið, sum vit øll liva í.
Arbeiðsmarknaðurin, sum vit kenna hann, er undir støðugari menning og broyting. Siðbundnar arbeiðsuppgávur verða alsamt meira automatiseraðar við maskinum og robottum. Tað, sum fyrr kravdi nógv starvsfólk, kann nú loysast av fáum persónum. Og heldur verður tørvur á fólki við tøkniligum førleikum, sum duga at gera og handfara tólini og maskinurnar, sum loysa siðbundnu uppgávurnar. Av tí, at uppgávurnar soleiðis broytast, er neyðugt hjá mongum at útbúgva seg ella eftirútbúgva seg fyri at kunna røkja tær uppgávurnar, ið tørvur er á at loysa í nútíðar og framtíðar samfelagnum.
Tað kunnu vera ymsar orsøkir til, at vaksin fólk hava tørv á at útbúgva seg. Tað kann t.d. vera, at tað ikki hevur ligið fyri at nema sær útbúgving sum ungur, kanska tí, at familjulívið er komið í fremstu røð, ella tí, at áhugin ikki hevur verið til staðar. Tað kann eisini vera, at tey hava mist starvið og ikki hava røttu førleikarnar til tey størvini, ið eru á arbeiðsmarknaðinum.
Vaksnamannaútbúgving
Tann størsta forðingin hjá vaksnum fyri at fara undir útbúgving er, at tey hava størri fíggjarligar útreiðslur enn ung fólk. Tey hava helst lán at gjalda og eina familju at forsyrgja. Tí er tað so ómetaliga týdningarmikið, at tað verður lættari hjá vaksnum fólki at førleikamenna seg soleiðis, at tey kunnu vera verandi á arbeiðsmarknaðinum.
Í álitinum eru 8 tilmæli um, hvussu hendan vaksnamannaútbúgvingin kann skipast og fíggjast. Dentur verður m.a. lagdur á, at tað skal gerast í einum trípartasamstarvi millum tað almenna og partarnar á arbeiðsmarknaðinum. Eisini verður víst á, at royndir og kanningar úr okkara grannalondum vísa, at vaksnamannalæring og vaksnamannaútbúgving hava stóran týdning fyri arbeiðsmarknaðin og trivnaðin hjá landsins borgarum, umframt at lyfta útbúgvingarstøðið í landinum, sum er við til at styrkja kappingarførið og búskapin í samfelagnum.
Arbeiðsmarknaðardepil og trípartasamstarv
Tað, sum eg serliga festi meg við, er tilmælið um at gera ein arbeiðsmarknaðardepil. Tað haldi eg vera eitt ógvuliga skilagott hugskot. Eg ímyndi mær, at vit fara at hava ein arbeiðsmarknaðardepil, sum húsar øllum teimum ymisku stovnunum, sum hava við arbeiðsmarknaðin at gera. Soleiðis kunnu viðurskiftini verða skipað betri á arbeiðsmarknaðinum, og eitt umhvørvi bleiv skapt, har arbeiðsmarknaðarviðurskifti vóru í hásæti. Á tann hátt bleiv stór vitan samlað og ment á einum staði, og man hevði fingið éina inngongd til alt, sum hevur við arbeiðsmarknaðin at gera. Arbeiðsávísing, førleikamenning, førleikameting, karrieruvegleiðingartænasta, arbeiðsloysisstuðul, barsilspening, seming, gerðarrættarmál, Samhaldsfasti, Frítíðargrunnurin o.s.fr.
Í Norðurlondum er siðvenja at hava trípartasamstarv á arbeiðsmarknaðarpolitiska økinum. Trípartasamstørv finnast í Føroyum í dag, hóast onki yvirskipað trípartasamstarv er á arbeiðsmarknaðarpolitiska økinum. Nøkur dømi um stovnar, sum eru stýrdir ella ávirkaðir av pørtunum á arbeiðsmarknaðinum og tí almenna eru ALS, Fasti Gerðarrætturin, Semingsstovnurin, Yrkisútbúgvingarráðið og Trygdargrunnur Fiskivinnunnar. Fýra av hesum stovnum húsast longu í dag í sama húsi. Arbeiðsmarknaðardepilin kundi verið ein slags paraplýorganisatión, har allir hesir stovnar kundu húsast saman. Trípartasamstarv í arbeiðsmarknaðardeplinum kundi verið um, hvørjar útbúgvingar verða bjóðaðar út, hvørjum fakbólkum og førleikum, vinnan hevur tørv á, og tá ið raðfestingar verða gjørdar á politiskum stigi í samfelagnum, serliga á útbúgingarøkinum. Í álitinum verður skotið upp, at eitt arbeiðsmarknaðarráð kann standa fyri evstu ábyrgdini av samstarvinum í arbeiðsmarknaðardeplinum.
Arbeiðsmarknaðardepil og fígging
Samferðslumálaráðið, sum varðar av arbeiðsmarknaðarmálum, og í tí sambandi eisini Arbeiðsloysisskipanini, hevur orðað eitt uppskot um, hvussu ein arbeiðsmarknaðardepil hóskandi kundi verið skipaður í samstarvi við ALS við lívlangari læring og vaksnamannaútbúgving í huga. Uppskotið hevur verið umrøtt í stýrinum fyri ALS, sum framvegis heldur, at tørvur er á at skipa ein arbeiðsmarknaðardepil, sum verður kjølfestur sum eitt amboð hjá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum at samskipa tær ymisku uppgávurnar á føroyska arbeiðsmarknaðinum, sum partarnir og politiska skipanin hava sett á stovn. Stýrið fyri ALS setur seg ikki ímóti, at lívlong læra verður ein uppgáva, sum ein arbeiðsmarknaðardepil skal taka sær av. Hinvegin tekur stýrið ikki undir við, at lívlanga læran skal fíggjast við parti av ALS-gjaldinum, soleiðis sum skotið verður upp, sum ein av fleiri møguleikum.
Í Føroyum hava vit tann fyrimun í mun til onnur lond, at vit hava ikki fleiri ymiskar A-kassar og arbeiðsávísingar, tí her koma øll, ið gerast arbeiðsleys og harvið tøk á arbeiðsmarknaðinum í ta einu og somu skipanina, nevniliga ALS. Hetta eigur at gera tað munandi lættari at leiðbeina arbeiðstøkum víðari at førleikamenna seg ella fáa sær útbúgving, um lítil ella eingi útlit eru fyri einum arbeiði ella starvi í bræði.
Hóast stýrið fyri ALS ikki tekur undir við, at lívlanga læran verður fíggjað við parti av ALS-gjaldinum, kemst ikki uttanum, at ognin í ALS-grunninum nærkast einari milliard krónum. Við verandi gongd kemur ognin upp á milliardina við árslok komandi ár. Í staðin fyri at seta gjaldið niður, tá ið mett verður, at grunnurin er vorðin langtíðarhaldførur í mun til eitt møguligt vaksandi arbeiðsloysi, kann man lata munin fara til ein arbeiðsmarknaðardepil. Á tann hátt verður onki nýtt gjald lagt á vinnu ella arbeiðstakarar. Gjaldið kann sostatt vera við til at fíggja førleikamenning, vaksnamannaútbúgving, afturbering til arbeiðsgevarar, ið hava lærlingar í starvi, og møguliga semingsstovnin og Fasta Gerðarrættin. Hetta er jú alt til gagns fyri partarnar á arbeiðsmarknaðinum.
Tilmæli um at seta arbeiðsbólk at gera uppskot til arbeiðsmarknaðardepil
Í álitinum verður mælt til, at politiski myndugleikin og partarnir á arbeiðsmarknaðinum seta ein arbeiðsbólk at gera uppskot til arbeiðsmarknaðardepil. Støða eigur m.a. at takast til endamálið við einum arbeiðsmarknaðardepli, hvat innihaldið í virkseminum skal vera, hvussu bygnaðurin skal síggja út, og hvussu karmarnir annars skulu skipast. Harumframt stendur, at arbeiðsbólkurin skal gera uppskot um, hvussu virksemið, eitt nú í sambandi við lívlanga vegleiðing og arbeiðsmarknaðarútbúgvingarnar kann verða fíggjað, umframt at koma við einum uppskoti um, hvussu fíggjarligu umstøðurnar hjá vaksnum at fara í útbúgving ella læru kunnu verða skipaðar við støði í arbeiðinum og uppgávunum hjá einum møguligum arbeiðsmarknaðardepli og einum møguligum førleikamenningargrunni.
Arbeiðsmarknaðardepilin kann vera ein skrivstova við stjóra og fulltrúa, sum leiðbeina og umstilla til rætta stovn í deplinum. Ymisk semingsfólk kunnu vera knýtt at arbeiðsmarknaðardeplinum, sum verða boðsend eftir tørvi, tá ið sáttmálatrætur eru. Verandi semingsmannaskipan er rættiliga viðbrekin. Um man hevði ein stjóra á arbeiðsmarknaðardeplinum, hevði hann kunna boðsent einum av semingsfólkunum, tá ið tørvur var á tí. Á tann hátt kundu semingsfólkini spesialiserað seg innan ávísar sáttmálar.
Afturat hesum skulu vit ikki so nógv ár aftur í tíðina, tá ið útbúgvingarvalið var eitt val fyri lívið. Smiður, lærari, sjúkrarøktarfrøðingur, o.s.fr. Nú er vanligt at skifta starv fleiri ferðir og eisini at skifta yrkisleið. Center for fremtidsforskning væntar, at tað verður alsamt meira vanligt at skifta yrkisleið í framtíðini. Tað verður vanligari við fleiri og styttri útbúgvingum enn við einari langari útbúgving. Hetta verður eisini neyðugt, tí okkara arbeiðslív verður longri við hægri pensjónsaldri og orsakað av broytingunum í samfelagnum.
Við hesum fyri eyga er tí neyðugt at seta gongd á arbeiðið at gera ein arbeiðsmarknaðardepil, og ein byrjan er tí, at ein arbeiðsbólkur verður settur at viðgera málið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald