Fyrst av øllum so haldi eg, at landsstýriskvinnan eigur rós uppiborið fyri at koma til so greiðar niðurstøður sum hesar, hon ger í frágreiðingini til hetta aðalorðaskifti um Menningarætlanina fyri sjúkrahúsverkið. Niðurstøður sum sjúkrahúsverkið so hart hevur havt tørv á. Niðurstøður, hon ger, vælvitandi um, at tær ikki glíða líka væl,niður hjá øllum.
At hon megnar at raðfesta tað, sum tænir landinum best og ikki bara lokalt, er besta prógv um, at hon er kvalifiserað at sita í stólinum sum landsstýriskvinna fyri alt landið. Mín uppliving er, at fleiri undan henni, hava tosað uttanum og skumpað avgerð og ábyrgd undan sær.
Sjúkrahúsini hava verið eitt høvuðsevni í føroyskum politikki í nógv ár, tó uttan at kjakið neydturviliga hevur verið serliga gott fyri sjúkrahúsini, loyvi eg mær at halda.
Yvirskipað hava sjúkrahúsini kanska gagnað politikarum sum valagn í teirra politisku karrierum, meiri enn politikarar hava gagnað sjúkrahúsunum sum ábyrgdarhavarar.
Hetta sama politiska stríði hevur ikki, sum álitið um menningarætlanina eisini vísir á, verið til frama fyri samstarvið ímillum tey 3 sjúkrahúsini. Eitt samstarv, sum vit eru samd um, er neyðugt, óansæð hvat vit halda um leiðslubygnað.
Eg eri púra samd við landsstýriskvinnuni um, at sjúkrahúsverkið er ein av grundarsteinunum í okkara vælferðarsamfelagi. Og spyrt tú meg, so er tað ein av teimum mest týðandi. Tí er tað eisini so ómetaliga týdningarmikið, at vit sum politikarar taka á okkum ta ábyrgd, vit hava og gera okkara fyri, at sjúkrahúsverkið fær best møguligu karmar at virka undir.
Eg vóni, at ein av avleiðingunum av teimum niðurstøðunum, landsstýriskvinnan er komin til, verður, at vit fara at hugsavna okkum um veruligu avbjóðingarnar í sjúkrahúsverkinum.
Sjálv eri eg sannførd um, at eitt føroyskt sjúkrahúsverk sum ein organisatión er ein fortreyt fyri, at vit fáa loyst tær avbjóðingarnar á nøktandi hátt.
Tað hevur verið tosað og kjakast nógv um arbeiðssetningin hjá stóra arbeiðsbólkinum, sum hevur gjørt álitið; at leiðslubygnaðurin ikki var partur av uppgávuni. Men lesur tú álitið, framgongur tað púra greitt, at manglandi samskipan og samstarv ímillum sjúkrahúsini, er ein av, um ikki høvuðsavbjóðingin. At útihýsa spurninginum um sjúkrahúsbygnað hevði verið at tosa uttanum.
Sum nú er, hava vit eitt Landssjúkrahús sum stórt sæð einsamalt hevur ábyrgdina av at servicera øllum landinum og so hava vit tvey lokalsjúkrahús, sum fyrst og fremst loysa tað lokalu uppgávuna umframt, at tey veita nakrar tænastum, sum allir føroyingar hava gleði av. Og tað hava tey gjørt gott, er mín fatan.
Men samtíðis eri eg sannførd um, at Landssjúkrahúsið hevur liðið mest undir, at føroyska sjúkrahúsverkið ikki er nóg væl samskipað. Her hugsi eg serliga um arbeiðstrýstið og høga belegningsprosentið, sum hevur merkt bæði sjúklingar og starvsfólk. At starvsfólkið, hóast stóra trýstið, hava megnað uppgávuna við góðum sjúklinganøgdsemi, kunnu vit bara fegnast um. At vit nú flyta nakrar uppgávur frá Landssjúkrahúsinum til Klaksvíkar og til Suðuroyar kann bara vera ein win-win støða; Landssjúkrahúsið verður avlastað, meðan tey minni sjúkrahúsini, sum annars hava óttast niðurlaging, fáa fleiri uppgávur.
Tað er neyðugt at raðfesta, eisini í heilsuverkinum. Tað er okkara uppgáva og yvirskipaða ábyrgd sum politikkarar at raðfesta, hvat fíggjarorkan skal brúkast til. Var fíggjarorkan óendalig, so var okkara leiklutur sera avmarkaður í heilsuverkinum.
Við hesi loysnini fáa vit eitt leiðslulag aftrat og við at varðveita tilbúgvingina á Klaksvíkar sjúkrahúsi, hava vit í ávísan mun framhaldandi dupultfunktiónir, hvørs týdning, tað eru deildar meiningar um. Tað kostar pengar. Tí mugu vit eisini tryggja okkum, at loysnin livir upp til sítt endamál. Sjálv haldi eg, at Landsstýriskvinnan er rættiliga greið í síni frágreiðing. At nýggja ovasta leiðslan skal tryggja, at sjúkrahúsverkið skal virka sum ein organisatión.
At ovasta leiðslan skal samstarva við lokalu leiðslurnar merkir ikki, at tað stríði um lokal áhugamál, sum hevur verið í politisku skipanini nú skal flytast niður til sjúkrahúsleiðslurnar. Tað kunnu vit ikki bjóða okkara skattgjaldarum og als ikki sjúklingum og starvsfólkið í sjúkrahúsverkinum.
So tað má vera púra greitt, at vit við hesi loysnini røkka tí máli, vit hava sett okkum. At hetta ikki bara eru vøkur orð, sum glíða væl niður og sum fyrigykla eina loysn. Eg haldi eisini, at vit skulu vera opin og erlig um, at hetta er tað sum skal til, fyri at vit politiskt koma á mál.
Mær vitandi er ongin í politisku skipanini, sum ikki tekur undir við, at vit framhaldandi skulu hava virksemi á øllum 3 sjúkrahúsunum. Okkum tørvar hvørja einastu song og hvørja einastu hond. At skipa sjúkrahúsverkið sum eina eind, gevur møguleika fyri at gagnnýta ressoursurnar betur.
Eg havi sagt tað fyrr, og eg sigi tað aftur, at við teimum avbjóðingum vit, og sum útjaðarar sum heild hava, so meti eg, at tað at varðveita Klaksvíkar sjúkrahús sum eitt isolerað lokalt sjúkrahús, fer at verða tryggasti vegur at niðurlaga tað.
Eg eri sannførd um, at tað framtíðartryggjar Klaksvíkar sjúkrahús, at tað nú í nógv størri mun fer at loysa uppgávur, sum koma øllum føroyingum til góða og ikki bara norðoyingar.
Nú eri eg sjálv úr Havnini, og havi í mong ár starvast á Landssjúkrahúsinum, men tað ger meg ikki blindan fyri tí týdningi, Klaksvíkar sjúkrahús hevur fyri norðoyingar. Fyrst og fremst við atliti til upplivdu trygdina hjá norðoyingum, men eisini sum arbeiðspláss. Og ikki minst sum ein stovnur, sum hevur verið við til at mynda samleikan hjá norðoyingum. Tað skulu vit hava virðing fyri og ikki undirmeta.
So skulu vit eisini minnast til, at føroyskir sjúklingar koma altíð at ferðast, eg minnist ikki neyva talið ,men eg meini at vit flyta ml 100 og 200 sjúklingar og avvarðandi til DK til kanningar og viðgerðir um mánaðin. Sjávandi kunnu sjúklingar eisini viðgerast ymsastaðni í Føroyum.
Sum kvinna ímyndi eg mær eisini, at í einum býi sum Klaksvík, sum er ein fiskivinnubýur, hevur tað týdning at hava arbeiðspláss til vælútbúnar kvinnur. At tað hevur týdning fyri trivnaðin og at familjur velja at búseta seg í Klaksvík.
Nú geri eg meiri burturúr Klaksvíkar sjúkrahúsið í mun til Suðuroyar sjúkrahús, men tað kemst av at Suðuroyar sjúkrahús hevur eina serstøðu sum útjaðarasjúkrahús.
Eg havi ikki so sterkar meiningar um, júst hvat virksemi verður á hvørjum sjúkrahúsi. Tað dugir fakkunnleikin betur at meta um, men eg trúgvi at tað er neyðugt at vera ítøkiligur og tað er landsstýriskvinnan so eisini í síni frágreiðing. Eisini um hvat vit kunnu vænta kann gerast í Føroyum og hvat ikki. Samtíðis vita vit, at menningin gongur skjótt og tað merkir, at vit í framtíðini helst hava møguleikar at skipa virksemi øðrvísi enn tilmælini her leggja upp til.
Nú snýr hetta seg fyrst og fremst um sjúkrahúsverkið og ikki heilsuverkið sum heild. Men virksemi á sjúkrahúsunum er sera nógv tengd at hvussu kommunulæknaskipanin virkar. Tað er kommunulæknin, sum í fyrstu syftu og í fyrsta liðið tekur avgerðir um, hvat og hvør skal vísast víðari til kanning ella viðgerð á sjúkrahúsunum. Tí er tað alt avgerandi, at vit hava eina skipan har góðir kommunulæknar trívast og hava hug at vera. Kommunulæknin er uppá ein máta duravørður á sjúkrahúsinum, sum skal syrgja fyri at tey sum hava brúk fyri tí, koma víðari sum skjótast, og sjálvur taka sær av teimum, sum ikki hava tørv á sjúkrahústænastum. Fortreytin er, at vit hava kommunulæknar sum kenna sínar sjúklingar og vita hvussu føroyska heilsuverkið virkar. Ikki tí, vit skulu vera ómetaliga takksom fyri, at tað finnast læknar sum í styttri tíðarskeið røkja hesa sera týdningarmiklu tænastu, tað veri seg útlendingar ella pensjóneraðir føroyskir læknar. Men hetta er ikki ein varandi loysn. Vit hava her eina uppgávu sum politikkarar, at skapa karmar fyri at kommunulæknar støðast í sínum størvum. Tí eri eg sera fegin um, at Landsstýriskvinnan eisini tekur ta avbjóðingina í álvara. Og her eru nøkur ítøkilig boð um, hvat vit kunnu gera
Fyri okkum í Framsókn er hetta eitt stórt mál. Vit hava verið púra greið og púra samd innanhýsis um, at vit skulu hava eitt føroyskt sjúkrahúsverk. Og onkur vil kanska vera við, at tað er lætt hjá okkum, havandi í huga, at vit lutfalsliga eru so væl umboðaði í miðstaðarøkinum. Men tá vit hyggja at øðrum landsdekkandi stovnum, so síggja vit ikki, at tað hevur neiliga ávirkan á økið uttanfyru miðstaðarøkið. Tvørturímóti. Taka vit Almennaverkið, so síggja vit at viðv. bústøðum til tey við serligum tørvi, so er støðan serliga hættislig her í Suðurstreymoy.
Vit eru við hesum álitinum ikki komin á mál, men hetta er ein varði á vegnum. Megna vit hetta stigið, at standa saman um okkara felags sjúkrahúsverk, so fer leiðin víðari eisini at verða lættari.
Ruth Vang, løgtingslimur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald