JN

Aðalkonsul Íslands í Føroyum gevst í starvinum seinni í summar

...

2019-06-14 08:01 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Mánadagin 17. juni er tjóðardagur Íslendinga. Í tí sambandi og eisini av tí at aðalkonsul Íslands í Føroyum gevst í starvinum seinni í summar, verður skipað fyri móttøku og konsert í Norðurlandahúsinum kl. 17-19. Aðalkonsul Íslands, Pétur Thorsteinsson og kona hansara, Birna Hreiðarsdóttir hava verið í Føroyum síðan 1. juni 2016.

Svavar Knútur er ein av fremstu tónleikarum í Íslandi og hevur útgivið seks fløgur við egnum løgum, tann seinasta kom út í 2018. Hann hevur verið í Føroyum fyrr og er javnan at hoyra í útvarpinum. Komandi leygardag fara tey bæði, Gurið Hansdóttir og Svavar Knútur á pallin í Reinsarínum. Svavar Knútur fer eisini at framføra nakrar sangir í Norðurlandahúsinum 17. juni.

Móttøkan er almenn og øll eru vælkomin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder