2019-09-02 15:17
Klokkan 13 seinnapartin í dag fóru Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin, Sjálvstýri og Miðflokkurin á fund um at skipa nýggja samgongu.
Tann fundurin er nú av, og er Sjálvstýri ikki partur av samráðingunum longur. Jógvan Skorheim formaður, sigur við KVF, at Miðflokkurin vildi ikki hava Sjálvstýri við í eina nýggja samgongu.
Jørgen Niclasen, Bárður á Steig Nielsen og Jenis av Rana fóru fyri løtu síðani út í Tinganes at boða Aksel V. Johannesen løgmanni frá, at teir ætla at skipa samgongu.
Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin hava tilsamans 17 tingfólk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald