Stormurin ferðast ljódliga um bygdirnar henda myrka seinnapart í desembur. Tey, sum ikki sita heima og hugna sær við kakao og bollum, eru inni á miðøkinum á Giljanesi. Her eru aktivitetir til bæði ung og eldri.
Í ítróttarhøllini er innanduravenjing í fótbólti. Í svimjihylinum hevur nýggja svimjifelagið í oynni venjing á tveimum geilum, meðan restin av hylinum er fult av familjum, sum lystiliga svimja og spæla sær. Longur yvuri eru kvøldskúlaskeið av alskyns slag í gongd. Har er telving, sangur, brodering og mangt annað forkunnugt. .
Longu í dag er økið á Giljanesi ein miðdepil, og har er mangt og hvat á skránni. Akkurát nú verður gjørt klárt at byggja 2. byggistig av skúlanum, og er hetta at gleðast um. Tað liggur í kortunum at fara í gongd við 3. byggistig, tá ið tað er fíggjarliga forsvarligt.
Eg hevði tó viljað, at vit hugdu nógv longri inn í framtíðina
Ein langtíðar heildarætlan má gerast fyri alt økið á Giljanesi, tekningar skulu gerast, og tað skal býtast í byggistig av hóskandi stødd. Ein slík heildarætlan er avgerandi, um vit vilja tryggja okkum, at verkætlanirnar verða veruleiki.
Umframt tað, sum skúlanum tørvar fyri at virka, skulu vit planleggja frítíðarskúla, forskúla, svimjihøll og góð parkeringsviðurskifti. Ikki minst, skulu vit byggja umstøður, so at børn okkara, sum nú ganga í skúla í serstovuni í Sørvági, kunnu ganga í skúla á Giljanesi.
Alt hetta kostar nógvar pengar, og verður bestemt ikki gjørt eftir einum degi ella í komandi valskeiði. ??tlanir kosta tó ikki nógv. Um vit skulu hava eina góða skipan av økinum í framtíðini, mugu vit vita frá byrjan, hvat vit ætla. Hvat skal liggja hvar, og hvat skulu vit hava á økinum í framtíðini. Tí mugu vit beinavegin avgera hetta og býta tað sundur í hóskandi byggistig. So verður bygt, tá ið tað er fíggjarliga forsvarligt.
Henda heildarætlan skal bert vera ein av langtíðarætlanum hjá kommununi. Vit mugu tora at hava visiónir langt fram í tíðina, og ikki bara hyggja beint framum nøsina.
Um tú vil hjálpa mær við hesum, kanst tú seta kross við Finnur Joen-Jacobsen á lista F týsdagin.
Finnur Joen-Jacobsen, valevni til býráðið í Vága kommunu.
X við Framtíðarlistan - ein nýggj byrjan!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald