JN

902 føroyingar koppsettir

...

2021-01-07 11:52 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tað gongur væl at koppseta heilsu- og røktarstarvfólk fyri koronu, og í gjár vóru fleiri enn 350 fólk koppsett á teimum trimum sjúkrahúsunum.

Íalt eru nú 902 føroyingar koppsettir fyri koronu. Tað svarar til 1,7 prosent av øllum føroyingum.

Tá hendan vikan er runnin, hava umleið 1200 starvsfólk á heilsu- og eldraøkinum fingið koppsetingina.

Alt bendir á, at ein nýggj sending við koppingarevni kemur til Føroya fyrst í komandi viku. Gongur eftir vild, eru fleiri enn 2000 føroyingar koppsettir fyri koronu, tá ið vit koma út í hálvan januar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder