JN

90 fólk hjá heimatænastuni í Vágum hava verið á brandskeið

...

2020-03-04 23:41 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Heimatænastan í Vágum er eitt stórt arbeiðspláss, tað arbeiða um 90 fólk hjá heimatænastuni í Vágum. Seinastu 3 dagarnar hava starvsfólkini hjá heimatænastuni verið á brandskeið. Jóngerð M. Nielsen nýsettur leiðari fyri heimatænastuna sigur, at 30 fólk hava verið á brandskeið hvønn dag. 

Tað er Jákup Haraldsen, tilbúgvinigarleiðari á Vága Floghavn, sum hevur hildi skeiðini fyri starvsfólkunum hjá heimatænastuni. Á skeiðunum fingu starvsfólkini holla vitan og fingu eisini roynt seg í verki.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder