
Hagstova Føroya: Góðar 800 milliónir vórðu útgoldnar í lønum í mai. Tað eru knappar 25 milliónir minni enn sama mánað í fjør. Vøksturin, sum hevur verið í lønargjaldingunum seinnu árini, er steðgaður upp. Eins og í apríl sæst fallið serliga í privatu tænastuvinnunum.
Samlaðu útgoldnu lønirnar og gongdin í lønargjaldingunum síggjast á myndini niðanfyri.
Í mai vórðu góðar 800 milliónir útgoldnar í lønum. Tað eru knappar 25 milliónir ella 2,9% minni enn sama mánað í fjør. Gongdin, sum er lýst við trendinum vísir, at stígur er komin í vøksturin, sum hevur verið í lønargjaldingunum seinnu árini.
Í myndini niðanfyri er framroknað, hvussu mars-, apríl- og maimánaður kundu væntast at sæð út undan koronufarsóttini, um gongdin í lønargjaldingunum var óbroytt.
Reyðu prikkarnir vísa framroknaðu metingina (punktestimatið) fyri mars, apríl og mai. Gráa økið vísir óvissuna (80% og 95% sannlíki). Bláa linjan í myndini vísir útgoldnu lønirnar seinastu tvey árini. Bláu prikkarnir vísa útgoldnu lønirnar í mars-, apríl- og maimánaði í ár.
Av teimum trimum mánaðunum, sum farnir eru, síðani landið fór niður í ferð, er tað maimánaður sum brýtur mest frá væntaðu gongdini undan koronu. Í mars vóru útgoldnu lønirnar og framoknaða metingin nærum tann sama.
Gongdin í vinnugreinunum
Tær fýra myndirnar niðanfyri vísa lønargjaldingar og framrokningar fyri teir fýra vinnugreinabólkarnar, 'almennar tænastuvinnur', 'privatar tænastuvinnur', 'fiskivinna o.a. tilfeingisvinnur' og 'bygging o.o. tilvirking'.
Ein samanbering millum útgoldnu lønirnar og framrokningina í mars, apríl og mai vísir, at tað serliga eru privatu tænastuvinnurnar, sum bróta frá væntaðu gongdini.
Í privatu tænastuvinnunum vórðu úgoldnar 236 milliónir í lønum í mai. Framrokningin vísir 274 milliónir sama mánað. Munurin er 38 milliónir ella 14% samanborið við metingina.
Hinir vinnugreinabólkarnir fylgja í størri mun væntaðu gongdini.
Vinnugreinar í privatu tænastuvinnunum
Av privatu tænastuvinnunum er tað í vinnugreinunum 'gistihús og matstovuvirki', 'handil og umvæling', 'flutningur annars' og 'húsarhaldstænastur', at niðurgongdin er størst.
Í vinnugreinini 'gistihús og matstovuvirki' vóru útgoldnar góðar 6 milliónir í lønum í mai. Framroknaða metingin vísir 14 milliónir fyri maimánað. Fallið er næstan 8 milliónir ella 56%.
Innan 'handil og umvæling' vórðu útgoldnar góðar 71 milliónir í lønum. Metingin vísir knappar 77 milliónir. Munurin er 6 milliónir ella 7,6%. Hóast maimánaður soleiðis liggur væl lægri enn framrokningin, so hilnaðist hann nakað betur enn aprílmánaður.
Í vinnugreinini 'húshaldstænastur', ið m.a. fevnir um hárfríðkan, vakurleikarøkt, venjingarmiðstøðir, reingerð og ruskinnsavnan, vórðu útgoldnar góðar 8 milliónir í mai. Metingin er knappar 9 milliónir. Burtursæð frá apríl hava lønargjaldingarnar innan húshaldstænastur so at siga fylgt væntaðu gongdini undan koronu.
Innan vinnugreinini 'flutningur annars', ið fevnir millum annað um flogferðslu, farmaflutning, bussleiðir, rutuferðslu, hýruvognskoyring og annan ferðafólkaflutning á landi, vórðu útgoldnar 23 millónir í apríl. Metingin var 32 milliónir. Munurin er 9 milliónir ella 30%.