Tað er ikki eitt gott vørumerki fyri okkara kommunu, at vit eru millum tær dýrastu kommurnar í landinum, vit hava hægsta skattaprosent, og eru millum tær við lægsta barnafrádráttinum, tað má og skal broytast so skjótt fíggjarligt rásarúm er fyri tí.
Tí ætla vit á Borgaralistanum at lækkað skattaprosenti niður á 21% og hækkað barnafrádráttin upp til 7000 kr. Tað er veruliga nakað sum munar hjá borgarinum.
Taka vit eitt dømi, og siga at tað er ein familja uppá 5, 2 vaksin og 3 børn. Tey bæði forvinna tilsamans 57.000 um mánaðin, men hava bara 37.100 kr eftir skatt. Um vit fáa broytt skattin og barnafrádráttin, so koma tey at hava 37.800 kr eftir skatt, 700 kr meira hvønn mánað at liva fyri.
700 kr um mánaðin, hvat er tað hugsa tit møguliga. Men veruleikin er, at tað eru 8400 kr um árið meira at liva fyri, og tað kann broyta nógv.
Familjan kann koma úr fíggjarligum trupuleikunum av tí.
Onnur kunnu brúka tað til hugna og gleði.
Onnur skulu seta búgv, og tað kann verða munurin á, um bankin vil veita teimum lán til júst dreymahúsini, 700 kr um mánaðin svarar til at tey kunna økja teirra sethúsaskuld umleið 150.000 kr.
Set X við Jóanis Albert Nielsen á Borgaralistanum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald