Vinna

7 útlendsk skip fiska svartkjaft norðanfyri

...

2014-11-27 14:43 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Í morgun eru 7 skip á svartkjaftafeltinum norðanfyri - 4 eru íslendsk og 3 eru russisk. Einki føroyskt skip er á svartkjaftaveiðu í løtuni.

Íslendska skipið Beitir kom á feltið mánamorgunin. Skiparin á Beitir - Tómas Kárason sigur við heimasíðuna hjá Sildarvinnsluni hf., at teir fingu 200 tons tann fyrsta dagin og 290 tons tann næsta dagin, hann sigur viðari, at nakað er at síggja, men tó ikki tað stóra. Skipini royna einar 40-50 fl. í landnyðring úr Fugloynni.

Svartkjafturin plagar at samlast norðanfyri hesa tíðina, 

Tey føroysku skipini, sum eru liðug við makrelkvotuna, rigga nú til at fara á svartkjaftaveiðu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder