JN

6. dagurin har eingin smitta er staðfest

...

2021-02-01 09:31 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Korona: Í gjár var 6. dagurin á rað, har eingin smitta varð staðfest.

Eingin nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

Í gjár vórðu 168 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 221.923 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava nú 654 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 648 persónar staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum. Sostatt eru fimm persónar smittaðir í løtuni.

Ein persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronusmittu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder