
Nevndirnar í P/F Norðoyatunlinum og P/F Vágatunlinum hava avgjørt at lækka prísirnar tyri túrahald frá 1. august 2018.
Prísirnir broytast soleiðis:
· Prísurin fyri hvønn túrin við túrahaldi lækkar úr 25 krónum niður í 20 krónur, svarandi til eina lækking uppá 20%. Hereftir ber til at ogna sær 20-túrahald til persónbil fyri kr. 400,-, 40-túrahald fyri kr. 800,- og 200 túrar fyri kr. 4.000,-.
Tað verða ikki aðrar broytingar.
Eftir hesum broytingum verða prísirnir framvegis teir somu í báðum tunlum.
Galdandi frá 1/8-2018 | Stakir túrar 1 t/r | Lítið hald 20 túrar | Miðal hald 40 túrar | Stórt hald
| Árshald |
Akfør upp til 3.500 kg og styttri enn 6m |
100 kr |
400 kr 20 kr/túr |
800 kr. 20 kr/túr | 200 túrar 4.000 kr. 20 kr/túr |
6.000 kr 500 kr./mánaðin |
Akfør yvir 6 m. (bussar,lastvognar)
|
300 kr. |
2.000 kr 100 kr/túr |
4.000 kr 100 kr/túr | 100 túrar 10.000 kr 100 kr/túr |
|
Ferðslan økist alsamt, og fyrstu 6 mánaðirnar í ár er vøksturin í báðum tunlum 7% í mun til somu tíð í fjør. Við óbroyttum ferðslutølum vildi prísbroytingin kosta feløgunum knappar 3,3 mió. kr. í minni inntøku. ??kist ferðslan tað sama restina av árinum sum fyrstu seks mánaðirnar, vænta feløgini at kostnaðurin av at lækka prísirnar verður áleið 1 mió. kr.
Tekna hald og spar 80%!
Príslækkingarnar økja um prísmunin millum ferðakostnaðin hjá teimum, sum hava túrahald, og teimum sum gjalda fyri stakar túrar. Við túrahaldi kann ein persónbilur koyra 5 ferðir gjøgnum tunlarnar fyri somu upphædd, sum tað kostar fyri stakan túr. Uttan túrahald (til persónbil) er kostnaðurin framvegis kr. 100 fyri ein stakan túr. Á heimasíðu felagsins ??? www.tunnil.fo ??? ber til at tekna hald. Eitt túrahald kann ognast fyri kr. 400, kr. 800 ella kr. 4.000 og tá kann koyrast ávikavist 20, 40 ella 200 ferðir í tunlunum. Tað er eingin tíðaravmarking fyri, hvussu leingi eitt hald er galdandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald