Vinna

5 føroysk skip á makrelveiðu vestur úr Hetlandi

...

2014-11-28 20:43 Author image
placeholder

Í løtuni eru 5 føroysk skip á makrelveiðu í ES-sjógvi. Tey royna øll tætt vestur úr hetlendsku oynni Foula.

Vit vita ikki í løtuni hvussu gongst hjá teimum, men fiskiskapurin undanfarnu dagar hevur verið góður, á leiðini har tey royna.

Tummas T. er á sildaveiðu í Kattegat og Norðborg er á sildaveiðu norðast í føroyskum sjóøki.

Les eisini: Íslendingar royna sunnanfyri og russar norðanfyri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder