2020-03-26 07:32

Í løtuni eru í alt 47 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest corona-smittuna.
Fyri at staðfesta, at smittaði fólk eru frísk aftur, skulu ganga 48 tímar uttan sjúkueyðkenni. Tá bera tey ikki smittuna longur og kunnu loysast úr sóttarhaldi.
Báðir persónarnir, ið hava verið innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna, eru útskrivaðir. Sostatt er eingin innlagdur í løtuni.
Les eisini: 140 føroyingar fingið staðfest smittuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald