
8 fólk úr Sandavági hava teir seinastu dagarnar savnað 448 undirskriftir, har mótmælt verður staðsetingini av nýggjum kirkigarði ??ti á Bakka í Sandavági. Tey mæla heldur til, at brúka verandi kirkjugarð, tey mæla til at endurnýta gomlu gravirnar aftaná eini 50 ár, sostatt verður víst á eina varandi loysn, har sum kirkjugarðurin í dag er.
Tær 448 undirskriftirnar vóru fyrrapartin handaðar borgarstjóranum í Vága Kommunu, tað var gjørt í túninum uttanfyri kommunuskrivstovuna hjá Vága Kommunu.
Í Sandavági eru 665 fólk, ið eru 18 ár og eldri, 448 undirskriftir eru sostatt áleið 67% av teimum ið hava valrætt í Sandavági - 67% má sigast at verða ein stórur partur av íbúgvunum í Sandavági.
Tað var Jón Gregersen, sum vegna stigtakararnar handaði borgarstjóranum undirskriftirnar, borgarstjórin lovaði at hendan áheitanin á Vága Kommunu skuldi viðgerast so skjótt sum tilber.
Vit tóku nakrar myndir við handanina - sí niðanfyri her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald