
Tórshavn:
Áhugin hjá fyritøkum fyri vinnustykkjum í Tórshavnar kommunu hevur verið skjótt vaksandi seinastu árini.
Og nú er kommunan til reiðar at bjóða vinnuni framat nýggja vinnuøkinum á Sundi, sum er lýst alment til leigu. ??kið er umleið 43.000 fermetrar og liggur í B1 Havnaøki sambært byggisamtyktini.
- Vinnulívið í Tórshavnar kommuna er fjølbroytt, og vit fáa sera nógvar spennandi fyrispurningar frá vinnuni, sum sóknast eftir økjum til teirra virksemi. Vit lýsa nú økið til leigu fyri at vita, hvør tørvurin er, sigur Bogi Andreasen, formaður í Vinnunevndini.
Tá ið umsóknirnar um at leiga økið verða viðgjørdar, verður eisini hædd tikin fyri íbúgvunum í Kaldbak.
Umsókn um at leiga alt økið ella ein part av økinum verður at senda til [email protected] í seinasta lagi týsdagin 2. juni 2020. Tá ið umsóknirnar eru viðgjørdar, verður eitt uppskot gjørt um, hvussu nýggja vinnuøkið verður skipað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald