Vinna

41.700 tons av svartkjafti eru útskrivaði í dag

...

2020-05-15 18:50 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, hevur í dag útskrivað 41.709 tons av svartkafti.

Talan er um felagskvotu við hámarkið.

Felagskvotan er býtt út til 13 skip í uppsjóvarvinnuni, talan er um Arctic Voyager, Borgarin, Christian í Grótinum, Fagraberg, Finnur Fríða, Gitte Henning 1, Hoyvík, Høgaberg, Katrin Jóhannu, Norðborg, Norðing, Næraberg og Tummas T.

Tey 13 skipini hava fingið loyvi at fiskað av felagskvotuni, tey hava fingið eitt hámark á 3.000 tons hvørt. 

Vit vistu fyrradagin at siga, at Varðin í Gøtu hevur selt Jupiter til Northwest Pelagic í Kollafirði. Jacob Vesturgaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sigur við jn.fo, at Jupiter eisini fer at fáa loyvi at fiska av felagskvotuni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder