4 milliónir døgurðar um dagin!
Langt úti í kviksilvurlýsandi meginhavinum liggur eitt einsamalt, lítið, blýlitað land. Hetta evarska lítla landið er samanborið við stórhavið sum eitt sandkorn á gólvinum í einum veitsluskála
Men sætt undir sjóneyku er hetta sandkornið kortini ein heilur heimur við fjøllum, dølum, sundum og fjarðum, húsum og smáum menniskjum. Soleiðis skrivar William Heinesen í søgu sínari Glataðu Spælimenninir.
Lítil er okkara heimur í mun til alheimin sum vit búleikast í. Men aftanfyri livir eitt fólk, sum hevur megnað at stríðst seg til eitt fólk, við egnum máli, egnum búskapi og ikki minst egnum framburði. Og vit skulu verða stolt av hesum. Tað er ikki ein flokkur sum skal hava patent uppá hesi viðurskifti, men vit øll somul.
Men framburður skal til, um vit skulu halda somu kós. Vøkstur er ein fyritreyt, og hann skulu vit verja og hjúkla um.
Visti tú, at okkara lítla sandkorn rúmar ein sannleika og eitt ríkidømi, sum vit sjálvdan gera okkum far um. Og sum hevur gjørt okkum øll ríkari og burðardygg?
Føroyar framleiða í dag á leið 4 milliónir fiskadøgurðar til heimin UM DAGIN. Hvønn dag í 365 dagar um árið. Hetta lítla sandkornið megnar í dag at lata 4 milliónir døgurðar um dagin til okkara viðskiftafólk runt um í heiminum. Til svangar munnar nær og fjar. Og tað er ikki ein sjálvfylgja. Tað krevur eitt vinnulív sum vil og hevur dirvi. Men ein fyritreyt er eitt fíggjarligt sterkt vinnulív, sum hevur tað rásarúm sum skal til at lyfta hesa uppgávu.
Tað er so lætt at fílast at. Men vit mugu duga at hava álit á teimum sum hava førleikarnar til at lyfta uppgávurnar; bæði fíggjarliga og við teimum menniskjaligu førleikunum sum skulu til. Tað er fyritreytin.
Eins sterk vit eru sum samd; eins veik eru vit sum sundurbýtt!
Pól Huus Sólstein
Valevni fólkafloksins til løgtingsvalið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald