2019-12-16 16:57

Mánakvøldið í síðstu viku fekk løgreglan eina fráboðan um, at ein maður í Miðvági ætlaði at taka lívið av sær.
Løgreglan fór á staði, og eftir nakrar tímar endaði tað við at 36 ára gamli maðurin skeyt ein løgreglumann, sum tó ikki fekk mein av hendingini.
Løgreglan skeyt tann nú 36 ára gamla mannin tríggjar ferðir, og hava læknarnir á Landssjúkrahúsinum m.a. tikið annað nýra hjá honum.
Um 19-tíðina í kvøld kemur eitt sjúkraflogfar úr Danmark, sum skal flúgva tann 36 ára gamla mannin niður á Ríkissjúkrahúsið, tað segði mamman at tí 36-ára gamla fyri okkum á JN.fo. fyri løtu síðan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald