3.420 HARUR SKOTNAR Í F??ROYUM Í FJ??R
Ein uppgerð í
dag, 8. januar, vísir, at seinast ár vóru skotnar 3.420 harur í Føroyum,á 522
túrum. Hetta er bert ein triðingur av tí, sum var skotið í 2014, tá teir skutu
9.318 harur. Talið fyri í fjør er tó ikki endaligt, tí enn koma tøl inn.
NORÐURTRIÐINGUR,
SUNNARIPARTUR Í S??RVÁGI BESTUR
Raskastir at
skjóta vóru teir í Norðurtriðingi, Sunnaripartur í Sørvági. Teir skutu
tilsamans 113 harur, sum teir fingu á 8 túrum. Teimum á baki vóru teir í
Sundshaga í Sandavági, við 78 harum á 10 túrum. Á triðja plássi eru
harumenninir, sum hava skotið í Fjallinum, sum er partur av Ognarhaganum í
Kvívík. Teir fingu 79 harur, sum á 16 túrum.
ENN MANGLA
ONKUR T??L
Enn eru tó
harumenn, sum enn ikki hava skrásett veiðuna. Eg fari tí at heita á teir, um at
skráseta seinastu tølini, so eg kann fara undir at skriva tað endaligu frágreiðingina
um Haruveiðan í Føroyum í 2015.
Tølini skulu
skrásetast á heimasíðuni.
Haran.fo
Eisini ber til
at ringja til mín (Eyðfinn) á tel 26 58 31
Haruveiðan 2015
Myndin vísir talið av harum ( ?????? ),
sum eru skotnar hvønn dagin í veiðutíðini, frá
2. november til 31. desember 2015, og
hvussu nógvir túrar eru gjørdir teir einstøku
dagarnar (- - - - - ). ??rslitið fyri
2015 (reyðu linjurnar) er samanborið við
2014
(bláu linjurnar
ÁTTA
TEIR RASKASTU
|
Hagapartur |
Bygd |
Samlað tal av harum |
Tal av túrum |
|
Norðurtriðingur,
Sunnaripartur |
Sørvágur |
113 |
8 |
|
Sundshagi |
Sandavágur |
78 |
10 |
|
Fjallið
(partur av Ognarhaganum) |
Kvívík |
76 |
16 |
|
Frammidalahagi |
Hvalvík |
74 |
6 |
|
Norðurtriðingur
- Sunnaripartur (Vørðufelli) |
Sørvágur |
74 |
14 |
|
Fjallið
(partur av Fjalshaga) |
Vestmanna |
71 |
6 |
|
Heimaraleitið |
Miðvágur |
71 |
16 |
|
Klappjaktin |
Trongisvágur |
70 |
1 |
|
Íalt |
|
627 |
77 |
Í talvuni
sæst hvussu nógvar harur teir hava skotið í teimum átta hagunum, har teir hava
fingið tær flestu harurnar í 2015.
Eyðfinn
Magnussen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald