JN

25-ára starvsdagur

...

2020-11-09 17:09 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í dag, 9. november 2020, hevur Hanna Maria Niclasen verið i starvi sum reingerðarfólk á Heilsudeplinum í Miðvági í 25 ár.

Hanna Maria byrjaði sum blaðung genta at hjálpa mammu síni við reingerðingini á Heilsumiðstøðini, sum tað tá kallaðist, og tá mamma hennara gavst, fall tað í hennara lut, at taka yvir.

Fríggjadagin handaði borgarstjórin, saman við húsavørunum, Honnu Mariu eina kurv við ymiskum góðum í, umfram eina peningagávu.

Vit ynskja Honnu Mariu hjartaliga til lukku við 25 ára starvsdegnum - tað skrivar Vága kommuna á heimasíðuni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder