Eftir umbøn frá Edmundi Joensen, fólkatingsmanni hjá Sambandsflokkinum, eru 25,5 milliónur krónur játtaðar á donsku fíggjarlógini til havgransking á Havstovuni komandi 4 árini
Edmund Joensen hevur seinastu fjórðingsøldina arbeitt fyri umhvørvis- og veðurlagsgransking, og tað sæst aftur á donsku fíggjarlógini, sum júst er komin undir land. 25,5 milliónur krónur eru játtaðar til havgransking á Havstovuni komandi fýra árini.
Umhvørvi og veðurlag hevur hægstu raðfesting um allan heim ??? eisini í Danmark. Danmark er á nógvum økjum undangonguland, tá tað kemur til at basa umhvørvis- og veðurlagskreppuna. Tí hava stjórnin og stuðulsflokkar hennara gingið ynskinum hjá Edmundi Joensen um havgransking í Føroyum á møti.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Edmund Joensen hevur fingið til vega fígging til havgransking í Føroyum. Seinast hann hevði sæti á Fólkatingi vóru slakar 20 milliónir krónur játtaðar til havgransking tilsamans tær báðar seturnar hann var valdur. Bæði bláar og reyðar stjórnir hava víst havgranskingini vælvild.
Stuðulin til havgransking datt tíanverri niðurfyri, tá Edmund Joensen ikki varð afturvaldur á Fólkating í 2015, men nú hevur hann tikið málið upp aftur og hevur fingið játtað 25,5 milliónir krónur til havgransking í Norðuratlantshavi.
Játtanin verður latin yvir 4 ár: 4,5 mió. kr. í 2020 og síðani 7 mió. kr. í 2021, 2022 og 2023. 19,5 mió. kr. stava frá sokallaðu norðuratlantspuljuni, 6 mió. kr. liggja uttan fyri puljuna.
Játtanirnar frá fyrru setunum hjá Edmundi Joensen hava fíggjað fleiri ph.d. og post.doc. ritgerðir. Granskingin var gjørd í samstarvi millum føroyskar, grønlendskar og danskar granskingarstovnar. Ein stýringarbólkur undir leiðslu av Havstovuni skipaði granskingina. Greining av úrslitunum frá seinastu játtanunum kann lesast her:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald