JN

24 ára gamal varðhaldsfongslaður í 2 vikur

...

2021-01-23 13:15 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Ein 24 ára gamli maður bleiv í morgun kl. 10.00 framstillaður í grundlógarforhoyr í Føroya Rætti, skuldsettur fyri brot á narkotika lógina.

Tann 24 ára gamli maðurin, sum í gjár kl. 16.57 bleiv handtikin og skuldsettur fyri brot á narkotika lógina, bleiv í morgun kl. 10.00 framstillaður í grundlógarforhoyr í Føroya Rætti.

Tann 24 ára gamli játtaði seg partvís sekan og bleiv varhaldsfongslaður í 2 vikur.

Hann kærdi ikki avgerðina.

Grundað á víðari kanningararbeiði, hava vit ikki fleiri upplýsingar í málinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder