Sethús.
Fyri at røkka okkara máliat blíva 100% grøn í 2030, eru nøkur viðurskifti við okkara sethúsum, sum mugu fáast í rættlag.
??ansæð hvørja hitaskipan vit brúka nú, ella ætla at brúka, má aðalmálið fyrst og fremst at minka um orkutørvin til upphiting av okkara sethúsum. Nýggj hús, sum verða bygd skulu lúka ásetingarnar í nýggju reglugerðini, sum fyri kortum bleiv sett í gildi. ??ført. Men tað eru hópin av eldri húsum sum eru alt ov illa bjálvaði.
Tey 16000 húsarhaldini í Føroyum brúka áleið 42-43.000.000 litrar av olju árliga, ella áleið 2700 litrar í miðal. (Hetta eru ca. tøl frá Hagstovuni og oljufelagnum Magn.) Ella áleið 300 mió. kr (uttan olju avgjøld (100 mió.)), sum fara beinleiðis av landinum. Tað sigur seg sjálvt, at tað má vera bæði góður privat- og landspolitikkur at minka um hetta ógvusliga tal. 2700 litrar/sethús er ein alt ov høg miðalnýtsla, har er nærum helmingurin at spara ífylgi serfrøðini.
Oftani skal lítið til fyri at minka nógv um orkunýtsluna. Til tíðir einans 10000 kr í bjálving og ein góður dagur við fólki kann skarva ein triðing av nýtsluni. Tá er íløgan spard inn aftur eftir einans 1 ári. Við tíðini mugu vit tó fara meira gjølla til verka. Vit hava serfrøðingar sum kunnu koma og kanna okkara hús og vegleiða okkum hvat best loysur seg at gera.
Nógv hava ikki ráð, ella gáa kanska ikki um, hvussu nógvur peningur fer fyri einki orsaka av alt ov vánaligari bjálving. Peningur, sum vit aldrin síggja aftur. Bankarnir hava lagalið orkulán at veita sethúsaeigarum fyri at minka um orkunýtsluna. Hartil hevur Bústaðir eisini lógarheimild at læna pengar til orkufremjandi átøk. Kanska serliga hjá teim, sum ikki síggja seg før fyri at fara undur slíka umvæling. Tá kundi Landið eisini stýrt teim umvælingunum alt eftir há- ella lákonjukturi. Tað mátti veri ein funnin frensur at brúkt Bústaðir í nógv størri mun enn nú, til at minka um orkunýtsluna í okkara eldri húsum.
Vit mugu fara meira munadygt inn og upplýsa og betra um bjálvingarstøðið í verandi húsaognum. Tað skapar arbeiði, sparir húsaeigarum pening og hækkar virðið á ognini, hjálpir okkum at náa málinum um grønar Føroyar skjótari og til síðst, men ikki minst fara vit at innflyta minni olju.
Frits Strøm, valevni hjá Fólkaflokkinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald