Íløgurøðin hjá landskassanum hevur síðstu fimm árini givið 44 mió. kr. í vinningi um árið. Í fjør gav hon fyri fyrstu ferð negativt avkast, men hetta er longu vunnið inn aftur í 2019.
Yvirhøvur er íløgurøktin hjá landinum eydnast væl síðan farið var undir hetta virksemi í 90 árunum. 2018 var tó eitt ófriðarligt ár á fíggjarmarknaðunum, og tað merkti eisini íløgurøktina hjá føroyska landskassanum. Fyri fyrstu ferð gav íløgurøktin negativt avkast, um vit hyggja frá 1. januar til 31. desember sama ár. ??rslitið var -1,36 prosent, sum í krónum svarar til knappar 45 mió. kr. í undirskotið.
Yvirhøvur var 2018 eitt ófriðarligt ár á fíggjarmarknaðunum. Til dømis var avkastið hjá størstu donskum pensjónskassunum -4,8 prosent í miðal (Børsen). Búskaparvøksturin í USA og Kina hevur verið í minking, og tað hevur merkt marknaðirnar negativt. Eisini á politiska pallinum eru viðurskifti sum elva til ótryggleika: eitt nú handilsstríð millum Kina og USA, almennar viðmerkingar hjá Donald Trump, Brexit, ófriður í Fraklandi og ósemja millum ES og Italia um italsku fíggjarlógina.
Ringa árið í fjør skal sostatt setast í ein breiðari samanhang. Í miðal hevur avkastið verið 2 prosent ella knappar 44 mió. kr. um árið seinastu fimm árini. Talva 1 niðanfyri vísir avkastið hjá landskassanum í prosent og krónum frá 2014-2018.
Talva 1 ??? avkast av landskassagjaldføri
At íløgurøktin fyri 2018 gav undirskot kemur av, at kursurin sveiggjar, og tí er vanligt, at mánaðirnir kasta ymiskt av sær. Summir mánaðir geva undirskot og summir geva yvirskot, og um ov nógvir vánaligir mánaðir eru í einum ári, kann avkastið verða vánaligt ??? og onkuntíð negativt. Hetta er ikki ein trupulleiki í sær sjálvum. Men tað hevði verið ein trupulleiki, um íløgurøktin gav áhaldandi undirskot. Íløgustrategiin hjá landinum er varin og er soleiðis sett saman, at virðisbrævaíløgurnar geva avkast sum frá líður.
Roknskaparlógin krevur, at vit gera roknskap per 31. desember, og tí eru virði og avkast av íløgurøktini uppgjørd frá 1. januar til 31. desember sama ár. Men skalt tú hyggja at virðisbrævaavkastinum, er tað rættast at gera tað yvir eitt longri tíðarskeið. Vanliga verður sagt, at skalt tú meta um dygdina á íløgurøktini, skalt tú hyggja at, um hon gevur avkast í minst trý ár ??? helst fimm.
2019 sær út til at fara at hilnast betur enn 2018. Avkastið frá 1. januar til 1. mars, hevur verið knappar 91 mió. kr. Tað vil siga, at tapið í 2018 longu er vunnið inn aftur, sum eisini sæst í Talvu 1.
Les meira um hetta í ársfrágreiðingini hjá landsbankanum fyri 2018.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald