Samgongan feldi í dag møguleikan at avgreiða málið hjá Fólkaflokinum um at flyta kvotur yvir um ár.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður lág oman á eini rúgvu av kvotum tað mesta at 2018, og vit vóru komin út í oktober, áðrenn menningarkvoturnar vóru latnar. Hesir høvdu tá ongan møguleika at gagnnýta kvoturnar, tí tíðin var alt ov stutt. Talan er um eitt mist útflutningsvirði upp á í minsta lagi 200 milliónir kr.
Jørgen Niclasen hevur tí, vegnað Fólkaflokkin, skotið upp, at loyvt verður at flyta hesar kvotur yvir til 2019. Málið var til 1. viðgerð í løgtinginum í dag.
Vinnan veit enn ikki, um hetta ber til og tí stendur vinnan enn í óvissuni. Uppboðssøla av fiskirættindum verður í næstu viku, og tí vóru 6 tingmenn, sum bóðu um at víkja frá øllum tíðarfreistum, so málið kundi avgreiðast í dag. Hetta fyri at vinnan visti, hvørjar fortreytir hon hevði, tá bjóðast skal.
Men, nei. Samgongan atkvøddi ímóti og feldi umbønina. Hóast øll samgongufólk ikki vóru møtt á tingfuni, so endaði atkvøðugreiðslan 15 fyri og 15 ímóti, og umbønin fall. Vinnan veit sostatt heldur ikki í næstu viku hvar hon flótar.
Samfelagið veit heldur ikki, um hesar í minsta lagi 200 mió. kr. eru blakaðar út gjøgnum vindeyga, ella tær koma samfelagnum til góðar.
Jørgen Niclasen endaði orðaskifið við at siga: ???útskriva hesar kvoturnar nú og útskriva nýval nú??? Nú er ovboðið.
Jørgen Niclasen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald