Politikkur

200 hugskot um átøk at njóta summarið í høvuðsstaðnum

...

2020-05-19 13:38 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Sum formaður í vinnunevndin fegnist eg um, at borgarar hava verið so ídnir at koma við hugskotum til eina frítíðarætlan, sum kann geva okkum eitt gott summar í høvuðsstaðnum. Ein arbeiðsbólkur fer nú at viðgera hugskotini

Teldupostarnir floymdu inn til Tórshavnar kommunu, tá ið vinnunevndin herfyri sóknaðist eftir hugskotum til, hvussu vit kunnu víðka møguleikarnar hjá okkum øllum at halda summarfrí í høvuðsstaðnum, nú korona vil hava okkum at vera heima í alt summar.

Tað er at frøast um, at umleið 200 hugskot komu inn til hesa frítíðarætlan, sum hevur til endamáls at dagføra og útbyggja møguleikarnar at njóta frítíðina í høvuðsstaðnum og í náttúruni kring høvuðsstaðin.
Hugskotini fevna m.a. um spælipláss, fleiri beinkir og borð úti í náttúruni, betri møguleikar at svimja á sjónum, sólstólar, útikaféir, uttandura konsertir, uttandura biograf og nógv annað. Vit takka fyri øll hugskotini, sum ein arbeiðsbólkur nú fer at viðgera nærri.

Talan verður um eina frítíðarætlan, ið kann førast út í lívið uttan langar fyrireikingar, og sum lýkur krøvini í almennu korona-tilráðingunum. Vit skulu sostatt hava skjótar loysnir á borðið, sum bera væl til, og sum allir borgarar í Tórshavnar kommunu og allir føroyingar, kunnu fáa gleði av í summar.

Bogi Andreasen, formaður í vinnunevndin
Tórshavnar býráð

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder