2020-05-07 16:45

Nú frídagur er í morgin og harvið langt vikuskiftið, høvdu nógv ætlan um at fara til Suðuroyar við Smyrli, men øll sluppu ikki við í dag, tað stóðu einir 20 bilar eftir á bryggjuni í Havn.
Leygardagin 9. mai fara allar Oyggjaleiðir at sigla sambært ???vanligari??? ferðaætlan. Leið 7 siglir tó ikki fyrsta túrin kl 07:00 úr Havnini, men byrjar at sigla av Krambatanga kl 09:30 henda dagin. "Vanligar" ferðaætlanir eru hesar:Leið 7,leið 56,leið 58,leið 60/61,leið 66ogleið 90. Ferðafólkatølini verða framvegis avmarkaði, og tilmæli um frástøðu skulu haldast. Vegleiðandi ferðafólkatøl eru:
Smyril: 350-420 ferðafólk
Teistin: 60-80 ferðafólk
Ternan: 80-95 ferðafólk
Sam: 45-60 ferðafólk
Ritan: 16-25 ferðafólk
Sildberin: 10-16 ferðafólk
Allar salongir og dekk til ferðafólk verða opin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald