JN

19 nýggir smittutilburðir í gjár

...

2020-12-29 14:42 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

19 nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

17 teirra eru partur av smittuketu, sum Landslæknin fylgir. Tað er í løtuni óvist, hvussu tveir persónar, ið báðir búgva í Føroyum, eru smittaðir. ??ll eru avbyrgd, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina.

Í gjár vórðu 1270 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 196.479 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava nú 601 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 535 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 66 persónar smittaðir í løtuni.

Ein persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder