JN

181 føroyingar fingið staðfest smittuna

...

2020-04-04 08:02 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað eru nú í alt 181 føroyingar, ið hava fingið staðfest corona-smittuna. Hetta byggir á í alt 4800 kanningarúrslit. ??rslitið fyri fýra kanningar, ið vórðu gjørdar í gjár, verða greinað seinni í dag.

Sostatt eru tveir persónar staðfestir smittaðir afturat seinasta samdøgnið.

Tað upplýsir Landslæknin í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.

Í løtuni eru 93 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest coronasmittuna. Tveir persónar eru innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder