JN

14 nýggir koronatilburðir

...

2020-08-05 09:38 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

14 nýggir koronatilburðir eru staðfestir í Føroyum í dag. Tað vísa nýggjastu kanningarúrslitini hjá Landslæknanum.??rslitið byggir á í alt 41.459 kanningar.

Í alt hava 241 persónar fingið staðfest koronasmittuna í Føroyum. 192 av hesum eru staðfest frísk aftur.

49 persónar eru sostatt smittaðir í løtuni, men 32 av smittaðu persónunum eru farnir av landinum aftur.

Ein persónur er innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í samband við koronasmittuna.

Landslæknin mælir øllum til at taka støðuna í størsta álvara. Tað er neyðugt, at øll venda aftur til góðu atferðina við góðum reinføri og neyðugu frástøðuni.

Heilsumálaráðið tann 5. august 2020 kl. 10:33

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder