JN

1.335 pizzur innan 8 tímar

...

2018-09-19 20:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í gjár fylti Pizza 67 tjúgu ár, í hesum sambandi vórðu pizzur seldar fyri 20 kr., og nógv nýttu høvið at støkka inn á gólvið.

Longu ein tíma áðrenn dyrðnar lótu upp, stóðu fólk og bíðaðu, og fram til kl. 20, tá deiggið var uppi, var trappan full av svongum pizzagestum, ið tilsamans ótu 1.335 pizzur.

Hetta merkir at fyri hvørji 22 sekund fór ein pizza um diskin, og hetta man vera nýtt føroyskt pizza met. Í øllum førum er tað greitt Pizza 67 met.

Innkomni peningurin: kr. 26.700,- bleiv brúktur longu í dag. Tá Ann-Margit Danielsen, tænastuleiðari í Pizza 67, handaði peningin, sum eina føðingardagsgávu til Beran, ið er sjálvhjálparbólkur fyri børn og ung, ið hava mist onkran kæran.

Oddvør Poulsen, dagligur leiðari í Beranum, fegnaðist, sum vera man, um gávuna, og ynskti Pizza 67 til lukku við degnum, við lyftinum um, at hesir pengar skuldu brúkast til eitt gott endamál.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder