JN

12.200 bilar hava koyrt ígjøgnum síðani klokkan 12

...

2020-12-19 21:20 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fyrrapartin í dag var stórt hátíðarhald undir Tangafirði, tað var Jørgen Niclasen, landstýrismaður í samferðslumálum, sum skar snórarnar - Eysturoyartunnilin lat upp fyri almennari ferðslu klokkan 12 í dag.

Síðani á middegi hava nógvir túsund føroyingar nýtt høvi at koyra undir Tangafirði, og nú klokkan 21 upplýsir Teitur Samuelsen, sum er stóri í Eysturoyartunlinum, at 12.200 bilar higartil hava koyrt ígjøgnum Eysturoyartunnilin.

Tað er ókeypis at koyra gjøgnum tunnilin restina av árinum.

Sí myndir her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder