JN

11 nýggir tilburðir

...

2020-09-22 10:13 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

11 nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. ??rslitið byggir á í alt 119.432 kanningar.

Allir persónar eru smittaðir í Føroyum, og flestu tilburðirnir hava samband við aðrar staðfestar tilburðir. Tey smittaðu eru avbyrgd, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina, sum er sera víðfevnd. Í gjár vórðu 3581 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava nú 448 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 414 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 34 persónar smittaðir í løtuni.

Eingin er innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í samband við coronasmittuna.

Heilsumálaráðið tann 22. september 2020 kl. 11:02

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder