JN

10 tilburðir staðfestir frá sunnudegnum

...

2020-08-11 15:14 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Nú eru allar kanningar, sum vórðu gjørdar leygardagin 8. august og sunnudagin 9. august, liðugt greinaðar. Millum kanningarnar, sum vórðu gjørdar leygardagin, vóru 7 tilburðir staðfestir. Millum tær 2269 kanningarnar, sum vórðu gjørdar sunnudagin, eru nú í alt 10 tilburðir staðfestir.

Millum tær kanningar, sum vórðu gjørdar í gjár, er longu ein tilburður staðfestur. Enn hevur Landslæknin ikki endaliga yvirlitið yvir, hvussu nógvar kanningar vórðu gjørdar í gjár, men talið av kanningum liggur í øllum førum omanfyri 1000.

Sostatt eru 99 persónar staðfestir smittaðir í løtuni.

Heitt verður á tey kannaðu um at vísa serligt varsemi, til endaliga kanningarúrslitið er tøkt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder